Bjarging á landi

VBF hevur nógv gott fólk, sum kann fara út at leita, og felagið hevur eisini yvirlit yvir røktingarmenn í Vágum og Mykinesi, sum vit kunnu heita á, um brúk er fyri at hava staðkent fólk við, tá farið verður at leita.

Bjargamenn
Her eru útvaldir  einir 10 mans, sum eru vanir at søkja bjørgini, og verður hetta eitt "fast" lið, sum kann tilkallast at "rykkja út" saman við staðkendum fólkum til bjørgini í Vágum og Mykinesi.

Hesir fáa skeið í lívbjargandi l.hjálp, skeið í at nýta nýmótans bjargaútgerð, "rapelling",  børuteknikk, so sum at sjóra fólk niður- og upp í bjørgum og um gjáir, at samstarva við tyrlur og aðrar bólkar,  skeið í kort og kumpass, samskifti v. m .

Hesir verða skrásettir á lista at verða tøkir í vandastøðu.

Ross 
Her er fingin avtala við  fólk - sum eiga eini 30 ross - og eru hesi í flestu førum fólk við tilknýti til Vága Ríðingarfelag.

Hesi verða skrásett og kunnu tilkallast í eina vandastøðu at flyta fólk og útgerð út á eitt skaða- ella vanlukkustað, har verandi flutingsmøguleikar av ymsum orsøkum ikki kunnu nýtast.

Hesi fólk fáa kort- og kumpasslæru og frálæru í at samstarva/samskifta við aðrar bólkar hjá VBF. Hesin bólkur fer bert út saman við og undir leiðslu av fólki frá VBF.

Hjálparfólk 
Hetta er eitt stórt tal av limum hjá Vága Bjargingarfelag, sum eru skrásett á lista hjá VBF, og sum kunnu tilkallast at hjálpa / stuðla frammanfyrinevndu bólkum og øðrum í eini vandastøðu, v. m. .a. at bera børur, leita, avbyrgja, hjálpa ferðslu til- og frá skaðastaði o.s.fr.

Fleiri av hesum fólkum hava frammanundan tikið skeið í 1. hjálp.