Aðrir bólkar
Hjálparfólk
Hetta er eitt stórt tal av limum hjá Vága Bjargingarfelag, sum eru skrásett á lista hjá VBF, og sum kunnu tilkallast at hjálpa/stuðla frammanfyrinevndu bólkum og øðrum í eini vandastøðu, v. m. .a. at bera børur, leita, avbyrgja, hjálpa ferðslu til- og frá skaðastað o.s.f.

Fleiri av hesum fólkum hava frammanundan tikið skeið í l. hjálp.

Stuðlar
Hetta er eitt stórt tal av fólki, sum standa skrásett á lista hjá VBF, men sum ein ikki kann rokna við eru før fyri at rykkja út til uppgávur í haga, á fjøllum ella á sjógvi, men tó í t.d. eini støðu, har leiting, bjarging ella t.d. dálkingaruppgávur koma at vara langa tíð - kanska dagar, kunnu tilkallast at gera kaffi / te / suppu ella smyrja breyð til fólkið.

Hesi kunnu eisini brúkast at stuðla / vera hjá fólki, sum tað kanska hevur verið neyðugt at evakuera úr øðrum vandaøkjum, og samla á einum stað.

Áhugabólkar
Hetta snýr seg um ymiskar "hentar áhugapartar" av øllum hugsandi slag og við allari hugsandi útgerð og kunnleika, sum brúk kann vera fyri í eini vandastøðu, bæði á landi og á sjógvi. Her kann t.d. vera talan um bilar, bátar, fýrhjólarar, amboð o.s.fr.