Stutt um felagið

 Tann 06.12.2009 vóru liðin 35 ár síðan Vága Bjargingarfelag var stovnað, og helt eg at hesin dagur ikki skuldi fara framvið og onki var gjørt, tí setti eg meg við gerðabókini og fann útav hvørjir stovnarnir vóru, og avgjørdi eg at bjóða stovnarum við maka og núverandi nevnd til ein góðan døgurða í pakkhúsinum í Bø. Vit høvdu eina sera hugnaliga løtu saman og fingu tikið nógvar søguligar myndir. Teir gomlu limirnir høvdu eisini nógv gott at fortelja, so tað var sera áhugavert at sita og lurta eftir teimum.

Tilsamans vóru vit 32 fólk sum møttu hetta kvøldið.