1985

21. januar var fundur í samstarvsnevndini. – Sí fundarfrágreiðing.

                                                Sverri Nielsen

 

6. februar var fundur í samstarvsnevndini. – Sí fundarfrágreiðing.

                                                Sverri Nielsen

 

6. februar hendi vanlukka úti á Bakka – á kaini – í Sørvági. Aftaná at Harry Jacobsen var saknaður um kvøldið, varð hann kl. 21.35 funnin druknaður beint við bolverkið út við Flakavirkið. Sjúkrabilurin var komin og menn frá V. Bj. góvu kunstigan andadrátt, til læknarnir tóku yvir. Alt til fánýtis. Sí ”døgnrapport” frá løgregluni.

                                                Sverri Nielsen

 

13. februar, kl. 21.51, komu boð um ferðsluvanlukku uttan fyri Bø. Løgreglan og Vága Bjargingarfelag við sjúkrabili fóru á staðið. Men meldingin var følsk – har var eingin vanlukka og einki ferðsluóhapp.

                                                Sverri Nielsen

 

10. mai, kl. 20.00, varð nevndarfundur hildin á sýsluskrivstovuni í Sørvági.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Anton Guttesen, Jón Joensen, Ivan Johannesen og Marni av Kák.

          Formaðurin umrøddi fundin við løgmann og sjúkrahússtjóran um eina 1½ ára gamla ambulansu til felagið fyri ein symbolskan prís.

          Síðan varð farið á flogvøllin, har tað saman við Jóannes Ortind var hugt eftir tí gomlu garaguni, ið tað stendur felagnum í boði at taka niður og byggja uppaftur aðrasteðs. – Nevndin samdist um at biðja Hera Jensen um at gera metingar um tað lønar seg.

          Nevndin samtykti at biðja bygdaráðsformann Martin Nielsen taka spurningin um garagu til ambulansuna í læknamiðstøðini í Miðvági.

          Samtykt varð at hava ársaðalfund í skúlanum í Bø hósdagin, 30. mai 1985, kl. 19.00.

          Umrøtt varð eisini møgulig skeið fyri limir felagsins.

                                                M. av Kák

                                                Sverri Nielsen

 

30. mai, kl. 19.30, varð ársaðalfundur settur í skúlanum í Bø.

          Fundurin er lógliga lýstur.

          Tað møttu bert 7 limir, harav 2 nevndarlimir. Kassameistarin var ikki, og eingin var sostatt at leggja roknskapin fram.

          Fundurin samtykti at útseta aðalfundin.

                             Jón Joensen   M. Av Kák

                                                Sverri Nielsen

 

26. juni, kl. 21.30, varð nevndarfundur hildin hjá Sverra Nielsen.

          Møttir eru: Sverri Nielsen, Ivan Johannesen, Anton Guttesen og Jón Joensen, og Marni av Kák.

          Til viðgerðar var skriv, dagf. 21. juni 1985, frá Landssjúkrahúsinum um yvirtøku av einum sjúkrabili – tann elsta.

          Samtykt varð – vísandi til avtaluna 12. oktober 1984 millum Føroya Landsstýri (løgmann), sjúkrahússtjóran og Vága Bjargingarfelag – ikki at góðtaka eina yvirtøku av einum 7 ára gomlum sjúkrabili.

          Nevndin skal hava fund við sjúkrahússtjóran 5. juli 1985 í Miðvági og vil tá taka málið upp.

          Samtykt varð at gera bygdaráðini kunnug við málið og biðja bygdaráðsformenninar við á nevnda fund.

          Jón Joensen                    M. Av Kák

          Anton Guttesen                        Sverri Nielsen

          Ivan Johannesen

 

5. juli, varð fundur hildin á heilsumiðstøðini í Miðvági.

          Til viðgerðar var málið um ambulansu frá Landssjúkrahúsinum.

          Møtt vóru:  J. A. Sørensen, sjúkrahússtjóri, saman við Jógvan Elias

                   Thomsen og 2 portørum.

                   Elisabeth Thorsteinsson og Georg Egholm, kommunulæknar.

                   Julianna Petersen, fyristøðukvinna, og Rannvá Magnussen

                   frá Ellis – og røktarheiminum.

                   Bygdaráðsformenninir Eyðin Thomassen, Elias Petersen og

                   Martin Nielsen og bygdaráðslimurin Jógvan Sjúrður Hansen.

                   Fyri Vága Bjargingarfelag møttu: Sverri Nielsen, Ivan

                   Johannesen, Jón Joensen og Marni av Kák.

          Samráðst varð aftur og fram um at fáa okkum ein nýggjan sjúkrabil. Úrslitið varð, at vit fáa eina umleið 2 ára gamla Volvo ambulansu fyri ein symbolskan prís, sum vit vildu halda – sum gamalt er – 1 – ein – króna.

          Harumframt varð orðaskifti um eina avtalu millum sjúkrahúsverkið og okkum um skipanina av koyringini.

          Ivan Johannesen                      Jón Joensen

          Sverri Nielsen                           M. Av Kák

 

Í skrivi 14. juli frá sjúkrahússtjóranum verður váttað, at Vága Bjargingarfelag fær eina 2½ ára gamlan sjúkrabil frá landssjúkrahúsinum fyri 1 kr.

          Í sama skrivi er góðkend avtala viðvíkjandi sjúklingafluttning til og úr Vágum.

                                                Sverri Nielsen

 

16. juli kemur Volvo sjúkrabilurin.

                             Sverri Nielsen

 

27. august, kl. 21.00, varð nevndarfundur hildin heima hjá formanninum.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Ivan Johannesen, Jón Joensen, Anton Guttesen, Elmar Poulsen og Marni av Kák.

          Til viðgerðar var frammanfyri nevnda skriv, dagf. 14. juli 1985, frá sjúkrahússtjóranum um sjúkrabilin og avtala millum Landssjúkrahúsið og Vága Bjargingarfelag viðvíkjandi fluttning av sjúklingum til og frá Vágum.

          Umframt at gjalda 1 kr. fyri sjúkrabilin er treytin tann, at hóskandi bilhús verður innrættað.

          Samtykt varð, at formaðurin og næstformaðurin sum skjótast royna at loysa garaguspurningin.

          Samtykt varð at selja gamla bilin best møguligt.

          Samtykt varð at senda sjúkrahússtjóranum eitt takkarskriv fyri vælvild ímóti fólkinum í Vágum og Vága Bjargingarfelag. Kassameistarin verður at flyta 1 kr. til sjúkrahússtjóran.

          Endiliga samtykti fundurin at góðkenna avtaluna um fluttning av sjúklingum, soleiðis at formaðurin undirskrivar felagsins vegna.

          Formaðurin orienteraði um nevndarfundin í L.F.B. í Havn 24. august 1985, har Arnbjørn Olsen varð valdur formaður, Sverri Nielsen, formaður (næstformaður ?), Egil Simonsen, skrivari, og Andras Vinther, kassameistari.

          Ivan Johannesen   Jón Joensen

          Anton Guttesen     Sverri Nielsen        M. Av Kák

 

1. november, kl, 20.30, varð nevndarfundur heima hjá formanninum.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Ivan Johannesen, Anton Guttesen, Jón Joensen og Marni av Kák.

          Formaðurin greiddi frá, at nevndarfundur verður í L.F.B. í morgin (2. november), og at hann skuldi hava ein ynskiseðil við frá Vága Bjargingarfelag.

          Samtykt varð at bera fram ynski um fylgjandi amboð:

          30 battaríir Hellesens typa 754 4,5 watt
          2 megafonir + mikrofonir + stativir
          2 halogenlyktir til ljósaggregatið 500 watt 220 V við haldarum
          2 Urias bandagur vaksin
          2 Urias bandagur børn
         12 hjálmar
          6 løðingar til línuútskjótarar
          Frámerkir at seta á klæðir, bilar o.s.fr.
          2 berbar V.H.F.
          10 rl. Avsperringsband
          50 stavar til sama
          2 boltasaksar
          10 pannulyktir + battaríðir + beriseðlar (batt. Hellesens typa 754/4,5v)

          Ivan Johannesen   Jón Joensen

          Anton Guttesen     Sverri Nielsen        M. Av Kák

 

6. desember var formaðurin við maka boðin at luttaka í einum hátíðarhaldi á Hotel Vágum í samband við at tað var 25 ár síðan Føroya Banki setti á stovn deildir í Sandavági og Sørvági.

          Undir hátíðarhaldinum handaði bankin við Jóan Jakku Thomsen, stjóra, Vága Bjargingarfelag eina gávu uppá 25.000,00 kr.

                             Sverri Nielsen        M. Av Kák

 

18. desember, kl. 20.00, varð nevndarfundur hildin á skúlanum á Giljanesi.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Anton Guttesen, Ivan Johannesen og Marni av Kák.

          Sverri upplýsti um gávuna frá Føroya Banka, og samtykt varð at senda bankanum eitt takkarskriv og 3 innrammaði búmerkir L.F.B.’s við silvurplátum á.

          Marni bar uppá mál, um vit skulu stovna ein ”takkargrunn”. Samdust um at Marni arbeiðir víðari við spurningin. (Hugsi um dreingin Tony Olsen’sa bragd, tá hann sløkti eldin á einum øðrum dreingi).

          Garaguspurningurin var umrøddur. Væntuliga verður ein fundur við stýrið fyri Ellis- og Røktarheimið um grundøki millum jól og nýggjár.


         
Ivan Johannesen            Anton Guttesen

          Sverri Nielsen                 M. Av Kák