1984

07. februar, kl. 17.15, varð nevndarfundur hildin á sýsluskrivstovuni í Sørvági.

          Møttir vóru Sverri Nielsen, Jón Joensen, Anton Guttesen, Ivan Johannesen, Elmar Poulsen og Marni av Kák.

          Sverri Nielsen legði fyri við uppskoti um, at kannað verður møguleikin fyri at fáa eina nýggja ambulansu.

          Nevndin samtykti, at ein nýggj ambulansa verður framvegað.

          Samtykt varð at velja ein arbeiðsbólk – Sverri Nielsen, Jón Joensen og Elmar Poulsen – at arbeiða víðari við málinum.

          -

          Samtykt varð, at felagið nú vendir sær til Miðvágs kommunu við áheitan um at fáa høli til ambulansuna í læknamiðstøðini.

          -

          Samtykt varð at ársaðalfundurin verður hildin hóskvøldið, 26. apríl 1984, kl. 19.00, á Ellisheiminum.

I. Johannesen

Hans E. Poulsen

Anton Guttesen

Jón Joensen

Sverri Nielsen

M. av Kák

 

23. – 24.02: Bjargingartiltakið í Gásadali – sí næstu síðu.

 

17. mai, kl. 20.00, varð ársaðalfundur hildin á Ellis – og røktarheiminum í Miðvági.

          Til fundarstjóra varð Ivan Johannesen valdur.

          Fundarstjórin váttaði, at fundurin er lógliga lýstur.

          Formaðurin, Sverri Nielsen, greiddi frá felagsins virki farna árið.

          Serliga umrøddu menn bjargingartiltakið í Gásadali 23. – 24.02.1984, og var tað fylgjandi, ið hendi:

          Úr Gásadali fekk formaðurin boð um, at Dávur Joensen, Gásadali, á veg úr Víkum til Gásadals varð slongdur um koll av eini hvirlu og hevði brotið beinið. Hetta var um 16-tíðina, sum form. fekk boðini um 18.20-tíðina, við tað at Hjallgrím Petersen, ið var saman við Dáva, var komin til Gásadals at boða frá. Nógvur vindur, regn og mjørki.

          Umleið kl. 20 fóru 9 manns og kl. 20.30 6 manns úr Bø til Gásadals, hagani teir við børu, teppum og folioteppum, politiradio fóru til vanlukkustaðið. Ímeðan var form. í politibilinum; men radiosambandið var sera vánaligt fyri ikki at siga einki. Bjargingarmenninir bóru Dáva frá Lambagjógv til Gásadals, tí so nógvar kavafannir vóru, at umstøður vóru ikki at ganga í myrkrinum til Bíggjar. Kl. 0100 komu bjargingarmenninir til Gásadals við Dáva.

          Líkindini vóru av teim allar ringastu, og tað vísti seg at vera heppið, at flest allir menninir vóru meinkunnigir/staðkendir har um leiðir.

          Ambulansan hjá V. Bj. var eisini úti í Bø, men hon kom ikki í brúk, tí Dávur fór við helikoptara til Havnar morgunin eftir.

          Formaðurin upplýsti, at spurningurin um nýggja ambulansu ikki er avgreitt enn, men arbeitt verður við málinum.

          Roknskapurin varð lagdur fram, eisini ambulansuroknskapurin.

          Upplýst er, at ambulansan koyrdi 132 túrar í 1983. – Samkoyringarnar við ambulansurnar úr Havn ganga væl.

          Báðir roknskapirnir góðkendir tó við teirri viðmerkjing, at ambulansuroknskapurin skal lýsast betur.

          Nevndarval: Bø og Mykines ganga út í ár.

          Fundurin valdi einmælt teir somu aftur.

          Hereftir sita í nevndini:

Sandavág: Sverri Nielsen
  Jens Erik Nielsen
Miðvág: Ivan Johannesen
  John Frederiksen
Vatnsoyrar: Hans Elmar Poulsen
  Jóannes Klein
Sørvág:  Anton Guttesen
  John Magnussen
Bøur: Jón Joensen
  Elias Petersen
Gásadal: Dávur Joensen
  Solberg Henriksen
Mykines: Jógvan Meinhard Johannesen

Grannskoðararnir Jørleif Ole-Jacobsen og Hans Arne Nielsen.

         
Ymist:

          Finnbogi Niclasen bjóðar V. Bj. samarbeiði og bjóðar undirvísing, høli o.a.m. – Hetta m.a., at tað í næstu framtíð verður flogið við flogførum ið taka 148 ferðafólk. Sverri Nielsen og Ivan Johannesen og allir við honum ganga inn fyri samarbeiði.

          Sverri Nielsen greiddi frá VHF málinum. Tað varð álagt nevndini at greiða hendan spurningin.

          Samtykt varð at velja Kára Thorsteinsson, Finnboga Niclasen og Sveinbjørn Mouritsen at stíla fyri tiltøkum í samb. við, at Vága Bjargingarfelag verður 10 ár 6. desember 1984.

          Heitt varð á nevndina um at framvega høli til at goyma greiðirnar í, ið nú liggja heima hjá Ivan Johannesen.

          Aðalfundurin samtykti at seta limagjaldið til 50 kr. fyri árið.

          Fundurin lokin kl. 23.00.

M. av Kák, skr.                          Fundarstjóri

                                                Ivan Johannesen

                                                Sverri Nielsen

 

24. mai var ársaðalfundur í L.F.B. í Fuglafirði. Fyri Vága Bjargingarfelag møtti formaðurin Sverri Nielsen. – Víst verður til fundarfrágreiðingina frá L.F.B.

                                                Sverri Nielsen

 

3. august sendi Vága Bjargingarfelag Føroya Landsstýri skriv við bøn um stuðul til keyp av nýggjari ambulansu. Sí skrivið.

                                                Sverri Nielsen

 

20. september var fundur í samstarvsnevndini við umboðum frá sløkkiliðinum í Sandavági, Miðvági, Sørvági og flogvøllinum, løgregluni og flogvallaovastin. - Sí fundarfrágreiðing.

                                                Sverri Nielsen

 

12. oktober 1984 var fundur ímillum Landsstýrið, Sjúkrahúsverkið og Vága Bjargingarfelag um sjúkrabilin í Vágum. Umboðini vóru ávíkavist: Pauli Ellefsen, løgmaður, John Arne Sørensen, sjúkrahússtjóri, Sverri Nielsen og Ivan Johannesen.   - Sí fundarfrágreiðing.


                                               
Sverri Nielsen

 

23. november, kl. 21.00, varð nevndarfundur hildin heima hjá nevndarformanninum.

          Møttir vóru: Ivan Johannesen, Hans Elmar Poulsen, Anton Guttesen, Sverri Nielsen og Jón Joensen.

          Nevndin skipaði seg við Sverra sum formann, Ivan sum næstformann og Anton sum kassameistari.

          Málið um nýggjan sjúkrabil varð umrøtt vísandi til fundarfrágreiðingina um fundin í Landsstýrinum 12. oktober 1984.

          Eisini varð tosað um at halda hugnakvøld saman við limum felagsins, nú felagið fyllir 10 ár. Ivan og Sverri skulu í morgin tosa meira við nevndina, sum vald varð á seinasta fundi, um hvussu og hvar henda hugnaløtan skal vera.

                                                Sverri Nielsen

 

26. november varð fundur í Ítróttarhøllini á Giljanesi har Sverri Nielsen, Ivan Johannesen fyri Vága Bjargingarfelag, Finnbogi Niclasen, Jóannes Ortind og Sveinbjørn Mouritsen fyri flogvøllin og Jens Hansen fyri løgregluna, har fyrireikingarnar til eina bjargingarroynd og hugnakvøld leygardagin 8. december 1984 fyri limum felagsins í samband við, at felagið 6. december 1984 verður 10 ára gamalt. – Sí fundarfrágreiðing.

                                                Sverri Nielsen

 

8. desember. Sum áður nevnt varð 10-áradagur felagsins hildin við eini bjargingarroynd og hugnaløtu fyri felagslimir.

          Bjargingarroyndin byrjaði kl. 13.00 á flúgvarabedingini, har nógv av amboðum felagsins vóru í brúk; so sum sjúkrabilurin, báturin, bjargingarstólurin við rakettútskjóting o.a.m. – Harumframt luttók løgreglan við trafikregulering, bjargingarstøð í politibili v.m. – Somuleiðis luttók bjargingarfólkið frá flogvøllinum við stórum tjaldi v.m. –

          Bjargingarroyndin, ið var væleydnað, endaði við eldsløkking, ið sløkkiliðini á flogvøllinum og Sandavági, Miðvági og Sørvági vístu.

          Tað var væl av fólki og hugdu at øllum tí, ið fór fram á flúgvarabedingini.

          Kl. 19.00 byrjaði hugnaløtan í kafeteria í terminalinum. Eini 100 fólk vóru komin saman. Har var borðreitt við kaffi, te og nógvum, góðum kakum.

          Fleiri nýttu høvi til at bera felagnum góð orð og ynskir framyvir.

                                                Sverri Nielsen