1979

17. januar, kl. 20.00, varð nevndarfundur hildin í Sørvági.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Ivan Johannesen, Karl Johan Nielsen, Jón Joensen og Marni av Kák.

          Til viðgerðar var bræv frá Norðoya Bjargingarfelag dagsett 13. januar 1979, har teir krevja bjargingargreiðirnar aftur ella 13.500 kr.

          Tað varð samtykt at senda Norðoya Bjargingarfelag eitt soljóðandi bræv:

          ”Vit takka fyri brævið frá 13. januar 1979.

          Á nevndarfundi 17. januar 1979 hava vit viðgjørt áheitan tykkara um at fáa bjargingartól aftur ella fáa pening fyri tey.

          Tað var samtykt at svara so:

          Vága Bjargingarfelag varð stovnað 6. desember 1974.

          16. januar 1975 vóru 2 umboð frá Norðoya Bjargingarfelag og handaðu Vága Bjargingarfelag ymisk bjargingartól, meðan 5 limir vóru tilstaðar.

          Tað skal viðmerkjast, at 2 ferðir frammanundan hetta vóru umboð frá Norðoya Bjargingarfelag og heittu á menn her vesturi um at stovna eitt felag. Og tað frammgekk týðuliga, at Norðoya Bjargingarfelag vildi stuðla nýggja felagið við at geva tí ymsa útgerð.

          Skuldi tað veri so galið, at vit hava misskilt alt, og at gávan ikki er ogn okkara, vænta vit at frætta frá tykkum aftur. Tá skuldi tær 13.500 kr. helst vera spesifiseraðar; so fara vit at viðgera málið á einum øðrum nevndarfundi.

          Vinarlig Heilsan.

Jón Joensen               M. Av Kák

                Sverri Nielsen

 

28. februar, kl. 21.00, varð nevndarfundur hildin hjá formanninum í Sandavági.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Ivan Johannesen, John Magnussen, Jón Joensen og Marni av Kák.

          Formaðurin orienteraði um eina demonstratión av einum ”bil-skutuli”, sum skal demonstrerast fyri L.F.B. í Kollafirði leygardagin 3. mars 1979, kl. 14.30.

          Samdir um at fara so væl mannaðir sum møguligt avstað.

          Formaðurin vísti eina flótidrakt. Samtykt varð at keypa 4 eintøk – í tveimum ymsum støddum.

          Fundurin var somuleiðis samdur um at hava eina pappírvenjing viðvíkjandi eini bussvanlukku. Hetta er ásett at vera á Ellisheiminum leygardagin, 17. mars 1979, kl. 14.00. – Av luttakarum verða 8 manns úr hvørjum av teim størru bygdunum og 4 manns úr teim smærru. Harútyvir verða boðin við umboð frá L.F.B., landfútanum, P/F Bil Vága, Ellisheimið, kommunulæknin og frá flogvøllinum.

          At enda varð tosað um at hava ársaðalfund fríggjadagin, hin 30.03.1979 í Sørvági.

                   Jón Joensen          M. Av Kák

                                                Sverri Nielsen

 

17. mars fór framm á Ellisheiminum ein pappírs-venjing undir heitinum ”Ein bussvanlukka”.

          Uppgávan var at finna framm til hvat gerast skuldi í samband við, at bussur var farin útav á Oyragjáarvegnum.

          Teir gott 30 limir úr øllum bygdunum vóru býttir í bólkar. Sum gestir luttóku formaðurin í L.F.B. Rólant Patursson og skrivarin Øssur av Steinum, umframt Suni Vinther, politistur.

                                                M. av Kák

                                                Sverri Nielsen

 

30. mars, kl. 20.00, varð aðalfundur hildin í Sørvágs skúla.

          Møttir vóru 15 limir.

          Ivan Johannesen beyð vælkomin og bar heilsu frá Marni av Kák, ið er sjúkur.

          Formaðurin, Sverri Nielsen, greiddi frá arbeiði felagsins í farna ári.

          Kassameistarin legði framm rakstrarroknskapin fyri farna árið, ið javnvigar við 23.009,26 kr. – Roknskapurin fyri ambulansuna vísti eitt rakstraravlop uppá 10.928,75 kr.

          Roknskapirnir góðkendir.

          Samlaða limatalið er nú 277 persónar og eitt felag.

          Tosað varð um sjúkrafluttningsviðurskifti, samsýningar og tílíkt. Upplýst varð, at nú er radiotelefon í ambulansuni.

          Hereftir fór nevndarval av tveimum, sum gingu út.

          Jón Joensen varð afturvaldur, og fyri Eddy Lauritsen varð fyri Mykines valdur Jógvan Meinhard Johannesen.

          Grannskoðararnir blivu báðir afturvaldir.

          Ein nylon flótidrakt bleiv víst framm og umrødd.

          Fundurin endaði við, at ein myndaseria úr Íslandi, S.V.F.Í., og ein filmur ”Se rigtigt” – norskur – blivu víst.

          Fundarskrivari: Osmund Joensen

                                   Sverri Nielsen

 

1. apríl, kl. 04.15, varð boðsent eftir hjálp gjøgnum politiið, ítí ein bilvanlukka var hend við smiðjuna hjá J. K. Joensen & Soni í Miðvági. Útrykningur við 4 monnum, ambulansuni og einum privatbili.

          Komu á vanlukkustaðið kl. 04.27, har 2 manns vóru fastkleimdir í persónbili, ið hevði  rent inn í ein parkeraðan lastbil. Báðir deyðir; ein triði løstaður. Koyrdu allar 3 á landssjúkrahúsið.

                                                Sverri Nielsen

 

22. mai, kl. 21.00, varð nevndarfundur hildin hjá Sverri Nielsen.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Ivan Johannesen, Karl Johan Nielsen og Jón Joensen.

          Nevndin skipaði seg við Sverri Nielsen sum formanni, næstformaður Ivan Johannesen og kassameistari Karl Johan Nielsen.

          Limur í L.F.B. Ivan Johannesen við Karl Johan Nielsen sum tiltaksmann.

          Ivan Johannesen lovaði fyribils at hýsa útgerð felagsins, og skal hetta verða ókeypis.

                                                Sverri Nielsen

 

26. mai helt L.F.B. aðalfund heima á Sandi.

          Fyri Vága Bjargingarfelag møttu Sverri Nielsen og Ivan Johannesen.

          Á hesum fundi gjørdust 1. Bjargingarfelagið fyri Sandoyar Sýslu

2. Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag og 3. Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag limir í L.F.B.

          Sí annars fundarfrásøgn.

                                                Sverri Nielsen

 

10. September, kl. 20.00, varð nevndarfundur hildin hjá Sverri Nielsen.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Ivan Johannesen, Karl Johan Nielsen, Jón Joensen og Marni av Kák.

          Samtykt varð:

1.     at formaðurin tosar við fyristøðukvinnuna á Ellisheimið um at geva Eli Hansen og Jógvan á Ørg farloyvi/frí til at fara á ambulansuskeið í vetur.

2.     at Vága Bjargingarfelag á nevndarfundi hjá L.F.B. í Kollafirði 16. september 1979 skal velja Páll Klein til L.F.B. – formann.

3.     at søkja um at leiga ta gomlu garaguna við flogvøllin til at goyma greiður felagsins í.

4.     at taka uppaftur pappírsvenjingina ”Ein bussvanlukka” skjótast gjørligt.

5.     at formaðurin skjótast gjørligt fær samarittarskeið byrja.

Annars varð tosað um skriv frá Strandferðsluni um nýtsluna av ”SAM” í úrtíð. Samtykt at senda svar.

L.F.B. – aðalfundurin varð umrøddur.

Formaðurin upplýsti, at Landssjúkrahúsið hevur boðað til fundar í Havn

12. september 1979 um ambulansukoyringina. Hann og Ivan Johannesen fara á fundin.

          Eisini varð talað um helikoptaratænastu á føroyskum hondum. Marni av Kák vil kanna, hvørjir møguleikar kunnu hugsast at vera.

Jón Joensen          M. Av Kák                      Sverri Nielsen

 

12. september vóru Sverri Nielsen og Ivan Johannesen í Havn til fundar á Landssjúkrahúsinum saman við sjúkrahússtjóranum, umsjónarmanninum (Højgaard) og 2 yvirportørum.

          Umboð fyri Kollafjarðar Bjargingarfelag og Eysturoyar Eystara Bjargingarfelag vóru eisini við.

          Fyri L.F.B. møtti formaðurin Páll Klein.

          Samskipan av ambulansukoyringini o.a.t. varð umrøtt.

                                                Sverri Nielsen

 

4. november, kl. 04.30, hendi bilóhapp í Sandavági, við tað at ein bilur við 4 persónum rendi inn í húsini hjá Heina Nielsen.

          Vága Bjargingarfelag, sum var boðsent, møtti við 2 monnum og ambulansu og koyrdi ein løstaðan mann ávegis til Havnar.

                                                Sverri Nielsen