1976

30, januar, kl. 20.00, var nevndarfundur heima hjá Sverra Nielsen.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Ivan Johannesen, Karl Johan Nielsen, Anton Guttesen og Marni av Kák.

          Formaðurin greiddi frá, at hann fyri stuttum hevði verið á skrivstovuni hjá Føroya Vanlukkutrygging og spurt seg fyri um trygging av aktivum limum í bjargingarfelagnum. Hann hevði fingið at vita, at t.d. Havnar Bjargingarfelag hevði eina skipan viðvíkjandi trygging ímóti vanlukkum.

          Samtykt varð at skriva til Føroya Vanlukkutrygging og biðja um at fáa teknaða eina trygging.

          Samtykt varð at hava eina bjargingarvenjing í Miðvági leygardagin 21. februar 1976 seinnapartin.

          Samtykt varð at fáa í lag eitt samarittarskeið. – Sverri Nielsen greiddi frá, at hann hevði tosað við Reyða Kross í Havn um hetta mál.

          Samtykt varð at hava vanligan ársaðalfund leygardagin 27. mars 1976 í Sørvági.

          Samtykt varð at søkja til Føroya Landsstýri um at fáa afturgoldnan tann tollin, sum felagið hevur goldið fyri tær rakettir og løðingar, sum tað hevur keypt úr Onglandi.

          Tosað varð eisini um hølistrupuleikarnar, felagið hevur at dragast við. Sum er, hevur Sverri Nielsen sumt av útgerð felagsins liggjandi í kjallara sínum, Ivan Johannesen hevur sumt, og luftkompressarin stendur í tí gomlu smiðjuni hjá J. & K. Joensen.

          Samtykt varð, at felagið vendir sær til Jákup Haraldsen, á Tormansbakka, Miðvági, at spyrja hann um møguleikan fyri at leiga høli í tí sokallaða ”Undirhúsinum” – gamla verkstaði hjá Ellefsen – í Miðvági.

          Samtykt varð, at felagið vendir sær til Føroya Sjóvátrygging við fyrispurningi um stuðul til keyp av einum sleipitrossa.

Sverri Nielsen                 Ivan Johannesen

K. J. Nielsen

 

21. februar, kl. 14.00, hevði felagið eina bjargingarvenjing við kaiuna í Miðvági. – Fitt av fólki var og hjálpti til og hugdi at. Ein frívillug innsavning til frama fyri felagið fór fram, og henda gav í peningi 435,30 kr.

          Venjingin byrjaði við at demonstrera ein gummibjargingarbát, og hetta tókust froskmenninir mest við.

          Síðan varð skotið við línuútskjótara umborð á ”Aldubáruna” – Sverri Nielsen gjørdi eitt plettskot! – og tá endin var komin umborð, blivu froskmenn stjóraðir í land í bjargingarstólinum.

          At enda vístu froskmenninir, hvat teir dugdu at standa á vatnskí, og samstundis sást, hvussu góður og snúðuligur gummibáturin við páhangaranum í grundini er.

Sverri Nielsen

 

7. mars byrjaði samarittarskeið á skúlanum í Sørvági. Luttakararnir vóru 22 í tali. Leiðsluna hevur Eyðfinn Jacobsen úr Havn.

Sverri Nielsen

 

16 mars, kl. 18.30, varð fundur hildin heima hjá Ivan Johannesen.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Karl Johan Nielsen, Ivan Johannesen og Marni av Kák.

          Ársaðalfundurin, sum verður týsdagin 30. mars 1976, varð fyrireikaður. Fundurin verður lýstur eftir § 5 í lógini, og harumframt verður skotið uppá lógarbroyting, hareftir síðsta petti í § 2 dettur burtur. Harafturat verður skotið upp hækkan av limagjaldinum til 30 kr. árliga.

Sverri Nielsen                 Ivan Johannesen

K. J. Nielsen

 

20. mars endaði samarittarskeið á skúlanum í Sørvági undir leiðslu av Eyðbjørn Jacobsen.

Tey 19, ið fingu prógv, vóru hesi:

Marni av Kák   Sørvág
Anna av Kák      -
Rudi Joensen      -
John Magnussen      -
Jørleif Christiansen      -
Poul Nicolaj Mouritsen      -
   
Jórun Jørgensen Miðvág
Elin Magnussen        -
Jórun Jacobsen      -
Eyð Nattestad       -
Anna Elisa Jacobsen      -
Árni Jacobsen      -
Victor Joensen      -
   
Hjørdis Joensen Sandavág
Finn Joensen        -
Knút Joensen         -
   
Poul Johan Djurhuus Vatnsoyrar
   
Elias Petersen Bøur
Ásla Petersen    -

                               Sverri Nielsen

 

30. mars, kl. 19.30, varð ársaðalfundur hildin í Sørvágs Bio.

Aðalfundurin var lógliga lýstur.

Jens Erik Nielsen varð valdur at vera fundarstjóri, aftaná at Sverri Nielsen hevði bjóða vælkomin til teir knapt 50 limirnar, ið møttir vóru.

Marni av Kák gav frágreiðing um felagsins virki.

Karl Johan Nielsen legði fram roknskapin, ið var góðkendur.

Við lutakasti fóru Ivan Johannesen, Jákup Jacobsen og Jón Joensen úr nevndini.

Teir vórðu allir afturvaldir, eins og tiltaksmenninir, - einmælt.

Eddie Lauritsen varð valdur sum tiltaksmaður hjá Jákup Jacobsen.

Báðir grannskoðararnir afturvaldir.

Tað varð einmælt samtykt at strika stk. 3 í § 2.

Tað varð samtykt at hækka limagjaldið 1976 til 30 kr.

Undir ymist greiddi Ivan Johannesen frá um Landsfelag fyri Føroysk Bjargingarfeløg (L.F.B.)

Fundurin endaði við at vístur varð filmurin ”Kuldi kann drepa”.

Sverri Nielsen                 Ivan Johannesen

K. J. Nielsen                   Jón Joensen

John Magnussen

 

13. apríl, kl. 19.00, varð nevndarfundur hildin heima hjá Sverri Nielsen í Sandavági.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Ivan Johannesen, Karl Johan Nielsen, John Magnussen og Dávur Joensen.

          Samtykt varð, at nevndin skipar seg sum í farna ári.

          Síðan varð ein bjargingarvenjing í Gásadali umrødd. Marni av Kák segði seg vilja tosa við Súni Vinther á politistøðini í Havn um tilrættisleggingina av eini venjing, har avvarandi mynduleikar natúrliga luttaka.

          At enda tosaði nevndin um spurningin viðvíkjandi bjargingartól umborð á smærri førum. Samtykt varð at heita á sýslumannin um at hava eftirlit við hesum fyri at fáa menn til at hava tey lógarbundnu tólini í báti, tá teir fara á flot.

Sverri Nielsen                 Ivan Johannesen

K. J. Nielsen                   John Magnussen

 

5. juni, kl. 13.15, hittu Sverri Nielsen og Marni av Kák á flogvøllinum landssekretær Jørgen Petersen og afdelingsleder H. E. Jacobsen frá Dansk Røde Kors.

          Danskararnir blivu orienteraðir um bjargingarfelagið og arbeiði tess v.m. – Teir vóru sera áhugaðir, og so hvørt sum prátið gekk, fekkst varhugi av, at tað ikki er óhugsandi, at okkurt gott kann spyrjast burturúr.

          Tá talan kom uppá, at bjargingarfelagið her – og kanska onkra aðrastaðni við – kundu hugsað sær at havt eina ambulansu, søgdu teir, at tað skuldi veri møguleiki fyri at fingið 1 til 3 slíkar brúktar fyri ein bíligan pening frá Falck/Zonen, ið skal skifta út. Prísurin fór kannska at liggja um 10 – 15.000 kr. stykkið.

          Avtalað varð, at vit skuldu halda sambandið viðlíka.

                                                M. av Kák

                                                Sverri Nielsen

 

23 juli, kl. 21.00, var nevndarfundur hjá Ivan Johannesen.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Ivan Johannesen, Karl Jóhan Nielsen og Jón Joensen.

          Sverri Nielsen greiddi frá fundinum við monnunum frá Danska Røde Kors 5. juni 1976, og serliga varð nevnt um teir 3 bilarnar.

          Sverri Nielsen og Ivan Johannesen upplýstu, at teir vildu fara ein túr niður at hyggja at bilunum, at Reyði Krossur vildi gjalda billettina hjá Sverra og Landsstýrið fyri Ivan (fyri Landsfelagið), og teir annars vildu kanna, hvussu Falck arbeiðir.

          Fundurin avgjørdi, at Sverri Nielsen og Ivan Johannesen skuldu fara niður 27. juli 1976.

Sverri Nielsen                 Ivan Johannesen

K. J. Nielsen                   Jón Joensen

 

27. juli, fóru Sverri Nielsen og Ivan Johannesen til Danmark við flogfari, og teir komu aftur 30. juli.

          Niðri vóru teir gestir hjá Dansk Røde Kors, sum setti teir í samband við Falck & Zonen, har greitt varð frá hvussu teir arbeiða, hvørja útgerð teir brúka, og har sóðu teir eina av teim ambulansunum, sum koma hendanvegin. Teir fingu eisini høvi til at síggja eina samarittarstøð hjá Reyða Krossi.

          Sverri og Ivan samráddust eisini við leiðaran fyri Redningstekniske Institut, Åge Rørmark, ið hevur við ymisk skeið viðvíkjandi bjarging um hendi. Rørmark lovaði at vera til hjálpar í øllum spurningum viðvíkjandi bjargingartænastu.

                                                Sverri Nielsen

 

12. novembur, kl. 09.30, kom bjargingarbilurin á land á Oyragjógv. Við vóru Jørgen Pedersen og Ole Falck, sum Sverri Nielsen tók ímóti. – Kl. 10.00 var hann vístur framm á Ellisheiminum.

Kl. 20.30 varð samkoma hildin í kantinuni hjá Bjarna Joensen, har bodnir vóru nevndarlimir, tiltaksmenn, bygdaráðslimir,brandmenninir, froskmenn, leiðslan á flogvøllinum og ellisheiminum.

          Aftaná at bjargingarbilurin var demonstreraður, var bjóðað kaffi og kakur, og prikklottaríið hjá Reyða Krossi roynt.

Ivan Johannesen            Sverri Nielsen

 

21. novembur, vóru Sverri Nielsen, Ivan Johannesen og Marni av Kák eftir innbjóðing frá Fuglafjarðar Bjargingarfelag í Fuglafirði, í helt stovnandi aðalfund, fyri at greiða frá, hvussu Vága Bjargingarfelag varð stovnað.

          Sama dag kl. 17.30 varð teirra bjargingarbilur fyri fyrstu ferð í brúk (flutti eina barsilskonu út á Toftir).

Ivan Johannesen            Sverri Nielsen

 

23. novembur, kl. 21.00, var nevndarfundur hjá Ivan Johannesen.

          Møttir vóru: Sverri Nielsen, Ivan Johannesen, John Magnussen og Jón Joensen.

          Einmælt varð viðtikið, at Ivan Johannesen fer niður á skeið í januar – februar 1977 í ambulansukoyring, sum Reyði Krossur skipar fyri.

Sverri Nielsen                 Ivan Johannesen

Jón Joensen                  John Magnussen

 

25. november, kl. 11.15, varð okkara bjargingarbilur fyri fyrstu ferð nýttur til flutning av einum børupatienti. Tað var ein eldri kona, sum kom við flogfarinum úr Danmark saman við sjúkrasystir, ið skuldi flytast til landssjúkrahúsið í Havn.

          John Magnussen koyrdi bilin henda dagin.

                                      Sverri Nielsen

 

30. november, kl. 10.30, hittust í kontroltorninum á flogvøllinum fútin M. Nepper-Christensen, politiassesor F. Cohn, flúgvuleiðari Trygvi Askham, havnaavdeilingsleiðari Erik Jørgensen, Sverri Nielsen, Ivan Johannesen, Rudy Joensen, Marni av Kák og Leif Aalykke.

          Endamálið við hesi ”samkomu” var at fáa høvi til at heilsa hvør uppá annan og hvør gera annan kunnugan við bjargingarviðurskifti, reiðskap v.m.

Ivan Johannesen            Sverri Nielsen

 

2. desember, kl. 10.30, tosaðu Sverri Nielsen og Ivan Johannesen við Erik Jørgensen á flogvøllinum.

          Endamálið var at spyrja, um tað er møguligt, at Vága Bjargingarfelag yvirtekur tað gomlu garafuna hjá Statens Luftfartsvæsen. Erik Jørgensen, sum var sera positivt innstillaður yvirfyri bjargingarfelagnum, helt møguleikin var til tess, og hann vildi lata frætta í næstum.

 Ivan Johannesen            Sverri Nielsen